Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

 

Hvassur vindur ella skrið sunnan, 15 til 20 m/s, samdrigið og regn. Tá ið liðið er á fyrrapartin, støkkur hann vesturum til útsynning og minkar sum frálíður niður í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.

Seint í kvøld gongur hann upp í vestan og minkar vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Fram ímóti morgni minkandi niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s og bert okkurt ælið. Hitin 8 til 13 stig.