Veðrið
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og í støðum regn ella okkurt ælið, serliga norðanfyri. Sum frá líður minkar hann vindin niður í lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, tað verður yvirhøvur turt og sólglottar, tó um kvøldið okkurt ælið í støðum. Tað verða millum 10 og 14 stig í dag, í nátt niður í 7 stig í støðum. Mikudag fyrrapart frískur vindur upp í strúkur í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sólglottar og okkurt ælið í støðum. Hitin 9 til 12 stig.