Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

 

Vaksandi upp í frískt lot til frískan vind um vestan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið.

Í kvøld minkar vindurin og ættin lækkar niður í sunnan.

Í nátt dregur hann á luftina og sum frá líður regn.

Fríggjamorgun og fyrrapartin fríggjadagin frískt lot til frískan vind eystan og av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað við regni ella ælaveðri. Hitin 9 til 13 stig.