Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi

Lot til frískt lot av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Yvirhøvur samdrigið og regn tað mesta av degnum og hitin 10 til 12 stig. Seint í kvøld ella í nátt veksur hann vindin til frískt lot upp í frískan vind áleið sunnan, 5 til 10 m/s, og sum frá líður klárnar sunnaneftir. Hitin 8 til 10 stig. Týsdag fyrrapart lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, turt og sól ella sólglottar. Hitin 10 til 14 stig.