Veðrið

Hitin 7 til 12 stig komandi vikuna

 

Leygardagur:
Fyrst frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni vaksandi til strúkur í vindi í støðum, 13 m/s. Fyrst turt og smáskýggjað, men sum frá líður viðhvørt regn ella okkurt ælið í støðum. Um kvøldið samdrigið og í løtum regn. Hitin 7 til 12 stig.
 

Sunnudagur:
Frískt lot til frískan vind sunnan ella av landsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, tó eitt skifti seinnapartin ella um kvøldið klárnar í støðum. Hitin 8 til 12 stig.
 

Mánadagur:
Lot til frískan vind av landsynningi ella suðuri, 3 til 10 m/s, í løtum upp í ein strúk, 13 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður, seinni slítur í. Hitin 7 til 12 stig.
 

Týsdagur:
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, seinni av landsynningi. At byrja við skýggjað ella samdrigið og stundum regn, seinni yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin 7 til 12 stig.
 

Mikudagur:
Lot upp í frískan vind eystan, 3 til 10 m/s, seinni vaksandi til strúkur í vindi, 13 m/s. Fyrst turt og sólglottar, men sum frá líður regn sunnaneftir. Hitin um 11 stig.