Veðrið

Forsøgn galdandi til hósdagin á middegi

 

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað, men nógva staðir mjørki og sirm.

Út á seinnapartin dregur saman, nógva staðir mjørki, sirm ella ælaveður. Hitin 11 til 13 stig.

Í nátt framvegis lítið lot, men hann gongur upp í vestan, minni enn 5 m/s. Samdrigið og ælaveður, nógva staðir mjørki og sirm.

Fyrrapartin í morgin klárnar til smáskýggjað.