Veðrið
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sunnanfyri upp í frískan vind, 10 m/s, skýggjað og okkurt æl.
Seinnapartin gongur hann niður í sunnan og minkar vindin niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, samdrigið og regn.
Seint í kvøld gongur hann upp í eystan og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s.
Fyrstu tímarnar eftir midnátt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, enn samdrigið og regn.
Í nátt veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, sunnanfyri eitt skifti upp í skrið, 18 m/s, meðan tað er samdrigið og ælaveður.
Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.

