Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og í løtum regn ella ælaveður, hitin 6 til 9 stig.

Sum frá líður minkar hann vindin niður í lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, í nátt vestan. Í kvøld turt fyri tað mesta og klárt í løtum.

Í nátt verður kaldari, niður í 2 stig í støðum. Leygardag fyrrapart, frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður skýggjað og okkurt ælið.

Hitin verður úr 4 stigum upp í 10 stig.