Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi fríggjadagin

Eitt lágtrýst, 995 hPa, millum Skotland og Føroyar gongur ein landnyrðing og eitt brúgvalag haðani við regni fer at liggja yvir Føroyum í dag og í nátt.

Eitt luftrák við hampuliga nógvum vindi av eystri upp í norðan fer at vera yvir Føroyar í dag.

Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Út á fyrrapartin strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Út á seinnapartin hvassur vindur ella skrið, 15 til 20 m/s.

Í kvøld minni vindur, frískur vindur upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Í nátt frískur vindur upp í ein strúk norðan, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður.

Fyrrapartin í morgin frískt lit til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin 9 til 13 stig.

Mynd Birgir Waag Høgnesen

Finnur Fríði FD 86

Les alt um Finn Fríða HER FINNUR FRÍÐI (skipalistin.fo)