Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

 

Lítið lot um sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Út á seinnapartin stytri millum ælini. Í nátt veksur vindurin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s av landsynningi.

Fyrrapartin í morgin gongur hann upp í eystan, sum frálíður samdrigið og regn. Hitin 8 til 11 stig.