Veðrið
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt.
Tá líður á seinnapartin minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og í kvøld gongur hann niður í sunnan.
Í nátt klárt ella smáskýggjað.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, klárt ella smáskýggjað við sólglottum og turt. Hitin 8 til 12 stig.

