Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi hósdagin

Eitt hátrýst, 1024 hPa, yvir Føroyum og bretsku oyggjunum fer eystureftir. Eitt lágtrýst, 1004 hPa, nærkast Føroyum úr útsynningi, meðan tað dýpist.

Tað verður eitt lýtt og slavið luftrák av landsynningi í dag, seinni eystri, við regni og ælaveðri næsta samdøgrið.

Lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, fyri tað mesta klárt ella smáskýggjað. Sum líður á fyrrapartin veksur vindurin, meðan tað dregur á luftina sunnaneftir og fer at regna.

Seint fyrrapartin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Mest norðanfyri.

Sum líður á seinnapartin slítur í. Í kvøld frískt lot til frískan vind av landsynningi, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Í nátt frískur vindur upp í ein strúk eystan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, mest sunnanfyri.

Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin úr 3 stigum í morgun upp í 11 stig seint seinnapartin.

Myndina av Norðlýsinum eigur Johan Mortensen.