Veðrið
Eitt lágtrýst, 994 hPa, yvir norðara part av Noregi fer norðureftir og grynnist. Eitt hátrýst, meiri enn 1020 hPa, er við at mennast beint vestan fyri Føroyar.
Eitt kølið luftrák er norðaneftir yvir oyggjarnar við ælaveðrið fyrrapartin í dag. Sum frá líður færri æl ella turt og minni vindur av ymsum ættum.
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Sum líður á fyrrapartin minni vindur, lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og longri millum ælini.
Seinnapartin útnyrðingur og í kvøld bert eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt.
Í nátt eitt lítið lot av ymsum ættum, klárt og turt. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður vestanfyri. Hitin í dag 6 til 11 stig.
EYSTURBÚGVIN. Mynd Birgir Waag Høgnesen.
UM EYSTURBÚGVAN:
Eigari: Vørðustíggjur P/F, Ryggjavegur 7, 230 Húsavík
Allir upplýsingar um Eysturbúgvan HER EYSTURBÚGVIN (skipalistin.fo)