Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi týsdagin

Eitt lágtrýst, 999 hPa, millum Hetland og Noreg fer norðureftir og dýpist nakað. Eitt slavið og kølið luftrák er inn yvir Føroyar í dag av vestri, seinni norðaneftir.

Eitt lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið í støðum.

Seinnapartin veksur vindurin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og ættin hækkar til landnyrðing, sum frá líður skýggjað og ækkurt ælið.

Í kvøld frískur vindur upp í ein strúk norðan, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður, stundum regn. Í nátt og fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður.

Hitin fer at liggja millum 6 og 11 stig.

Mynd: Birgir Waag Høgnesen ( tilvildarliga mynd )