VEÐRIÐ
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, seinnapartin vaksandi upp í strúk, 13 m/s. Skýggjað við sólglottum og turt fyri tað mesta, seint í kvøld verður samdrigið og í nátt fer at regna vestaneftir. Fyrrapartin í morgin, frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, at byrja við framvegis regn, men sum frá líður klárnar eitt skifti. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.