Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Lítið lot av landnyrðingi, minni enn 5 m/s, skýggjað ella samdrigið og yvirhøvur turt.

Seinnapartin lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað, onkur sólglotti og okkurt ælið.

Í kvøld skýggjað og yvirhøvur turt, í nátt okkurt ælið. Eitt skiftið sunnanfyri upp í frískan vind, 10 m/s.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað, sólglottar og okkurt ælið. Hitin 5 til 10 stig, í morgin upp í 11 stig.