Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, sum frá líður lot av ymsum ættum, undir 6 m/s. Sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta, í støðum tám ella onkur mjørkaflóki.

Seinnapartin smá- ella hálvskýggjað og í støðum sirm ella okkurt ælið, í kvøld skýggjað og í støðum mjørki, kanska eisini regn ella sirm í støðum.

Leygardag fyrrapart lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, skýggjað og turt fyri tað mesta, tó framvegis mjørki í støðum. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.

 

Leygardagur

Lítið lot ella lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, seinni lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 7 til 12 stig.

Sunnudagur

Lot til frískan vind um útsynning, 3 til 10 m/s, eitt skifti samdrigið og løtur við regni ella okkurt ælið, annars fyri tað mesta turt og skiftandi skýloft. Hitin 6 til 11 stig.

Mánadagur

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum fer í ein landsynning, turt veður og skiftandi skýloft. Frá um kvøldið veksur vindurin til frískan vind ella strúk í vind av landsynningi og eystan, 8 til 13 m/s, og tað kemur regn av útsynningi. Hitin 6 til 11 stig.

Týsdagur

Frískur vindur ella strúkur í vindi av landsynningi og eystan, 8 til 13 m/s, sum fer í ein landnyrðing, og í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og til tíðir regn ella ælaveður. Hitin frá 7 til 10 stig.