Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í kvøld frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s.

Skýggjað og í støðum tám ella mjørki og í løtum regn ella driv, men eisini klárt til aðrar tíðir og onkur sólglotti í støðum, serliga norðanfyri.

Leygardag fyrrapart frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður samdrigið og regn vestaneftir.

Hitin alt samdøgrið 10 til 15 stig.