Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

 

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, sum frá líður gongur upp í landsynning og minkar til lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt, í støðum kanska sólglottar. Í kvøld gongur hann upp í eystan og veksur til frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og ælaveður, sum líður á kvøldið kemur regn sunnaneftir.

Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og fyrst regn, men sum frá líður ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.