Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, í kvøld sunnan. Sum frá líður skýggjað og mjørki, stundum regn ella sirm, men møguliga eisini onkur sólglotti í støðum, serliga norðanfyri.

Hósdag fyrrapart frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, skýggjað og í støðum mjørki, stundum okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 10 til 14 stig.