Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagi

Lot vestan, undir 6 m/s, seinni útsynningur. Turt fyri tað mesta og sólglottar, tað verða millum 9 og 14 stig í dag.

Í kvøld lot sunnan, undir 6 m/s, framvegis turt fyri tað mesta og klárt ella smáskýggjað, men eisini tám í støðum og hitin 6 til 9 stig.

Mikudag fyrrapart lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s.

At byrja við smáskýggjað, men sum frá líður skýggjað ella samdrigið við mjørka og í støðum sirm, ella kanska sólglottar, serliga norðanfyri. Hitin 8 til 12 stig.