Veðrið
Fyrrapartin og seinnapartin frískur vindur upp í strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, hálvskýggjað ella skýggjað og okkurt einstakt ælið.
Í kvøld og í nátt niður í lítið lot millum vestan og sunnan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og turt.
Men seint í nátt dregur á luftina og tað fer at regna.
Fyrrapartin í morgin veksur hann vindin upp í frískan vind ella hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 7 til 11 stig.

