Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

 

Frískur vindur upp í hvassan vind eystan ella av landsynningi, 10 til 15 m/s, út á fyrrapartin vaksandi til hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, í hvirlum upp í storm, 23 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, í kvøld turrari eitt skifti og hann minkar vindin til frískan vind upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s.

Týsdag fyrrapart frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin alt samdøgrið 10 til 13 stig.