Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Lot upp í frískan vind av útsynningi, 3 til 10 m/s, skýggjað og stundum regn.

Sum frá líður slítur í, og sólin kagar fram, tó verður eisini møguleiki fyri támi ella í støðum mjørka, serliga sunnanfyri og vestanfyri.

Tað verða millum 9 og 14 stig í dag, í nátt niður í 7 stig í støðum. Týsdag fyrrapart, lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og turt fyri tað mesta, hitin 9 til 13 stig.