Veðrið

Til og við sunnudagin

Leygardagur

Lot til frískt lot millum norðan og útnyrðing, 3 til 8 m/s, um kvøldið vaksandi upp í frískt lot ella ein strúk í vindi, 7 til 12 m/s, og um náttina minkar hann aftur niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt ælið. Hitin 6 til 11 stig.

Sunnudagur

Lot til frískt lot av útnyrðingi, minni enn 8 m/s, sum seinni gongur niður í vestan, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 6 til 10 stig.