Veðrið

Forsøgn galdandi til fríggjadagin á middegi

 

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava.

Í kvøld hækkar hann í norðan og veksur vindurin spakuliga. Samdrigið og tað fer at regna.

Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot norðan og av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Smáskýggjað og einstøk æl, í støðum við kava. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.