Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdaginv

 

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og regn. Í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, og í nátt niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, framvegis skýggjað og onkrar løtur við regni ella okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.