Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi mikudagin

Eitt lágtrýst, 1001 hPa, skamt sunnan fyri Føroyar gongur í landsynning burtur frá Føroyum. Eitt óstøðugt luftrák er yvir oyggjarnar í dag norðaneftir við regni ella ælaveðri.

Eitt hátrýst 1010 hPa fer at menna seg yvir Føroyar í nátt og í morgin við støðugum og stillum veðri.

Lot til frískt lot av ymsum ættum, samdrigið og regn ella ælaveður. Sum líður á fyrrapartin gongur hann upp í norðan.

Seinnapartin frískt lot til frískan vind norðan, samdrigið og okkurt ælið. Í kvøld yvirhøvur turt. Í nátt lot til frískt lot norðan, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 13 stig.