Veðrið
Eitt lágtrýst, 997 hPa, yvir Íslandi gongur í ein landsynning beint ímóti Føroyum.
Tað verður tí eitt frískt lot av ymsum ættum næsta samdøgrið, og eitt brúgvalag við regni fer at leggja seg yvir Føroyar seinnapartin og í kvøld.
Lot til frískt lot vestan, samdrigið og yvirhøvur turt, í støðum er tó mjørki og okkurt ælið. Út á seinnapartin lækkar hann niður í útsynning, og tað fer at regna.
Í nátt eitt lítið lot av ymsum ættum, samdrigið og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind norðan, samdrigið og ælaveður. Hitin í dag millum 10 til 13 stig.