Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi fríggjadagin

Eitt lágtrýst, 1005 hPa, millum Føroyar og Skotland spakuliga eystureftir og grynnist.

Slavin luft rekur móti Føroyar í dag eystaneftir og av landnyrðingi.

Lítið lot eystan, skiftandi skýloft og turt. Í støðum mjørki ella tám. Seinnapartin útnyrðingur.

Í nátt lot til frískt lot norðan, hálvskýggjað ella samdrigið, í støðum kanska mjørki, og okkurt ælið. Hitin 9 til 13 stig.