Veðrið
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot millum sunnan og útsynning, minni enn 5 m/s. Skýggjað, tám ella mjørki í støðum, kanska eisini regn, okkurt ælið ella sirm. Hitin alt samdøgrið 10 til 15 stig.
Hósdagin
Lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, fyrst skýggjað, í støðum mjørki og regn ella okkurt ælið. Sum frá líður veksur hann vindin upp í lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, og sólin kagar fram, tó framvegis tám ella mjørki í støðum, mest vestanfyri. Hitin 10 til 14 stig, í støðum 16 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot millum vestan og útnyrðing, 3 til 8 m/s, sólglottar og turt fyri tað mesta, tó í støðum tám ella mjørki, mest vestanfyri. Hitin 9 til 13 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 8 til 13 m/s. Sólglottar og turt fyri tað mesta, út á kvøldið minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 11 til 15 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, sólglottar og turt fyri tað mesta. Hitin 10 til 14 stig, í støðum 16 stig.
Mánadagin
Lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sól ella sólglottar og turt fyri tað mesta. Hitin 13 til 18 stig.