Veðrið
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum spakuliga minkar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Fyrst samdrigið og regn, í støðum eisini mjørki, men sum frá líður klárar upp til eitt skiftandi skýloft og ælaveður.
Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 9 og 14 stig.