Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot, undir 6 m/s.

Skýggjað og turt við sólglottum í støðum, men eisini stundum tám og okkurt ælið, serliga norðanfyri.

Í kvøld lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, skýggjað og okkurt ælið ella sirm í støðum. Hitin í dag 9 til 13 stig, í nátt niður í 7 stig.

Fyrrapartin í morgin, lot av ymsum ættum, undir 6 m/s, sólglottar og okkurt ælið, hitin 7 til 10 stig.