Veðrið
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, út á dagin vaksandi til frískt lot upp í frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað og í støðum tám, sirm ella okkurt ælið, mest vestanfyri, men eisini sólglottar í støðum, mest norðanfyri og eystanfyri.
Í nátt og fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig.