Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin

 

Lítið lot um eystan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Fyrrapartin fer hann at mala av ymsum ættum, skýloftið skýggjað fyri tað mesta.

Í kvøld og í nátt kemur hann av útsynningi, og kanska okkurt ælið í støðum.

Fyrrapartin í morgin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt hendinga ælið í støðum. Hitin 5 til 10 stig.