Veðrið
Eitt lágtrýst, 985 hPa, vestan fyri Skotland gongur eystureftir, meðan tað grynnist eitt sindur.
Eitt brúgvalag við regni higani leggur seg yvir Føroyar í dag. Luftrákið yvir Føroyar í dag er eystaneftir.
Frískt lot til frískan vind eystan, eystanfyri er skýggjað, mjørki ella tám og regn ella ælaveður, vestanfyri klárt ella smáskýggjað, sólglottar og turt.
Sum líður á fyrrapartin skýggjað kring alt landið, og tað fer at regna sunnaneftir. Seint í kvøld lækkar ættin niður í sunnan, vindurin minkar niður í eitt lítið lot, tað gerst klárari og slítur í, fyrst sunnanfyri.
Í nátt er eitt lítið lot sunnan, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Fyrrapartin í morgin fer ættin upp í landnyrðing.