Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi fríggjadagin

Ein hátrýstryggur, 1015 hPa, er yvir Føroyum í dag við støðugum og stillum veðri. Eitt lágtrýst, 979 hPa, vestan fyri bretsku oyggjarnar gongur vestureftir nærri Føroyum, meðan tað grynnist. Vit fara tí sum líður á dagin at fáa eitt lýggjari og slavnari luftrák av landsynningi.

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 3 m/s, samdrigið og turt fyri tað mesta, tó ælaveður í støðum. Sum líður á fyrrapartin fer ættin í landsynning. Út á seinnapartin veksur vindurin upp í eitt lot til frískt lot, framvegis samdrigið og yvirhøvur turt, tó okkurt ælið í støðum. Í nátt og fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind eystan, samdrigið og yvirhøvur turt. Fram ímóti middegi fer at regna sunnaneftir. Hitin fer at liggja millum 8 og 12 stig.