Veðrið - upp í hvassan vind
Frískan vind upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Samdrigið og regn.
Seinnapartin minkar vindurin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Tað klárnar og sum frá líður slítur í.
Fyrrapartin í morgin frískan vind upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 13 stig.

