Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, sum frá líður eystan. Skýggjað og támut av landsynningi, í støðum okkurt ælið, men eisini sól ella sólglottar til aðrar tíðir.

Sum frá líður regn og ælingar av útsynningi, hitin í dag millum 9 og 12 stig. Í kvøld lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, seinni norðan, smáskýggjað og turt.

Tað verður kaldari, niður í 6 stig í støðum.

Týsdag fyrrapart, frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, sum frá líður upp í strúk, 13 m/s. Turt og smáskýggjað, hitin verður millum 8 og 11 stig.