Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi leygardagin

Ein hátrýstryggur leggur seg í dag yvir Føroyar við støðugum veðri.

Eitt luft rák er í dag vestaneftir við einstøkum ælum og í støðum tám ella mjørki.

Lot til frískt lot av útnyrðingi, skiftandi skýloft og okkurt ælið.

Fyrrapartin gongur hann niður í vestan, og út á seinnapartin lækkar hann niður í útsynning og minkar vindin niður í eitt lítið lot.

Allan dagin skýggjað yvirhøvur turt, men tó okkurt ælið í støðum.

Í kvøld og í nátt eitt lítið lot av ymsum ættum, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin í dag fer at liggja úr 8 stigum upp í 12 stig.