Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi hósdagin

Mikudagur, 29. mars 2023

 

Eitt lágtrýst, 973 hPa, sunnan fyri Ísland stendur mestsum í stað. Brúgvaløg higani reka ímóti Føroyum sunnaneftir og eru yvir Føroyum fyrrapartin og restina av degnum. Eitt rák við lýggjari og slavnari luft er yvir oyggjarnar næstu dagarnar.

Forsøgn, galdandi til á middegi hósdagin, skrivað klokkan 06:40 UTC.

Frískur vindur upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, eystan, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Fyrrapartin veksur vindurin upp frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, eystan, tað verður samdrigið og sum frálíður regn, í støðum vátakavi. Seinnapartin og í kvøld strúkur í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, eystan, samdrigið og regn, í støðum vátakavi. Í nátt er minkandi vindur, samdrigið og regn. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin fer at liggja ímillum 4 og 8 stig.