Veðrið

Leygardagin og sunnudagin

Leygardagur

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið.

Seinnapartin minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður, í støðum við vátakava.

Út á kvøldið samdrigið og regn. Sunnunáttina støkkur hann vesturum og gongur upp í útnyrðing, og tað tað slítur í. Hitin 3 til 8 stig.

Sunnudagin

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.

Seinnapartin gongur hann niður í sunnan, og mánanáttina veksur vindurin upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin 3 til 8 stig.