veðrið

Forsøgnin til og við týsdagin

Leygardagur

Frískt lot upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Út á fyrrapartin lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft, regn ella ælaveður. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smáskýggjað og ælaveður. Um náttina gongur hann upp í vestan og veksur upp í frískan vind upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Hitin 4 til 9 stig.  

Sunnudagur

Frískur vindur upp í ein strúk vestan, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og ælaveður, kanska eisini við vátakava. Út á fyrrapartin fer hann upp í útnyrðing og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður í støðum. Hitin 2 til 7 stig.  

Mánadagur

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og turt. Um kvøldið frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 5 til 10 stig.

Týsdagur

Frískur vindur upp í ein strúk vestan, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið og um náttina lot til frískt lot av útsynningi, 5 til 10 m/s. Hitin 7 til 10 stig.