Veðrið
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Samdrigið og einstøk æl, í støðum sólglottar.
Í nátt fer hann í sunnan og veksur spakuliga. Tað fer at regna.
Fyrrapartin í morgin frískur vindur upp í strúk sunnan og av útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn, men sum frá líður slítur í. Hitin 9 til 15 stig.