Veðrið
Fyrrapartin veksur hann vindin upp í frískan vind ella strúkur í vindi sunnan, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt.
Sum frá líður dregur á luftina, seinnapartin okkurt ælið, og í kvøld samregn.
Í nátt minkar vindurin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, og ættin hækkar upp í vestan og tað slítur í.
Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 15 stig.