Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi leygardagin

 Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, ið seinni gongur niður í eystan.

Stundum sólglottar og okkurt kava- ella vátakavaæl, sum frá líður meira skýggjað. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Leygardag fyrrapart strúkur í vindi upp í skrið eystan, 13 til 18 m/s, sum frá líður veksur hann vindin upp í storm, 23 m/s. Samdrigið og samregn, í støðum vátakavi. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.