Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin

Eitt lágtrýst, 974 hPa, yvir Skotlandi stendur í stað og grynnist. Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum í dag av landsynningi og eystri við ælaveðri.

Frískur vindur upp í ein strúk eystan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vindur, 15 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður, kanska eisini við vátakava. Í kvøld lækkar hann niður í landsynning. Hitin millum 3 og 7 stig.

Hanus Kjølbro segði soleiðis í SVF í gjárkvøldið TRYST HER  Veðrið | Kringvarp Føroya (kvf.fo)