Veðrið
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s.
Í kvøld støkkur hann upp ímóti vestri, tað slítur í, og vindurin veksur upp í ein strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, enn samdrigið men yvirhøvur turt.
Í nátt minkandi vindur niður í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 8 til 13 stig.