Veðrið

Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin

 

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður.

Seinnapartin skýggjað og framhaldandi ælaveður, men í støðum grov æl. Í kvøld frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður.

Fyrrapartin í morgin skýggjað og ælaveður, í støðum við vátakava ella kava. Hitin 3 til 7 stig, í nátt og í morgin 1 til 5 stig.