Veðrið
Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skýggjað og támut veður norðaneftir, í løtum við regni ella drivi og onkur mjørkaflóki, men eisini onkur sólglotti í støðum, serliga sunnaneftir.
Seint um kvøldið verður samregn norðaneftir sum frá líður.
Hósdag fyrrapart frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, framvegis skýggjað og regn norðaneftir, men sum frá líður slítur í. Hitin alt samdøgrið 8 til 11 stig.